Arbeiðsloysið var 2,2% í august – 1,2% í Eysturoy og 5,3% í Suðuroy

Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%, samanborið við 2,6% í mánaðin frammanundan og 2,8% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 621 persónar í august í ár, tað eru 172 færri enn í august í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoy við 1,2%, og tað mesta er í Suðuroy við 5,3%.

Nógv færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum - lítil minking í krabbameini

Síðstu tíggju árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Livialdurin økist framhaldandi, so at Í hesum sera stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin øktur við góðum hálvumtriðja ári bæði hjá mannfólki og konufólki. Eisini eru broytingar hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí eini stóru høvuðsatvoldini, hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað er ein minni minking í hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini.

Síður