6.000 fleiri gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár 2017

Tað vóru 75.602 gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 9% ella 6.205 fleiri gistingar enn sama tíðarskeið í fjør og knappliga 8.000 fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var.

33% av gistingunum vóru hjá ferðafólkið úr Danmark, 26% úr Føroyum, 27% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.

Størsti vøksturin í tali var hjá ferðafólki úr Danmark við 2.000, úr Sveis við 1800 og Bretlandi við 1100, meðan tað minkaði við 1100 gistingum hjá fólki, búsitandi í Føroyum.  

Býtt á øki var allur vøksturin í Suðurstreymi, har gistingarnar vóru 17% fleiri, meðan tær vóru 5% færri uttan fyri Suðurstreym.

Tað er vert at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

 

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur ár fyri ár, síðan ársbyrjan 2013, tá farið varð undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið, og 2016 og 2017 ikki bara halda sama støðið men fara eisini upp um merkisárið 2015, tá tað sum sæðst var serliga stórur vøkstur í mars í samband við sólarmyrkingina.

Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark
Fyrra hálvár vóru nógv tær flestu gistingarnar, 33%, hjá fólki, sum búgva í Danmark og síðani hjá føroyingum sjálvum við 26%. Europeisk lond uttan fyri Norðurlond standa fyri 20% av gistingunum, meðan Norðurlond, frároknað Danmark og Føroyar, standa fyri 17% av gistingunum. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 4%.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, so sum Noreg, Bretland, Týskland, Svøríki og Íslandi og øðrum londum víða um í Europa.

Merkisverdur er tann stóri vøksturin hjá nøkrum londum í bólkinum Europa annars, sum fara upp úr 2.000 til 5.000 gistingar. Her er tað serliga Sveis við 1800 fleiri gistingum, umframt Russland, Lettland, Luksemborg, Turkaland og Serbia, sum tilsamans økja um talið av gistingum við 1300. M.a. høvdu vit ítróttarvitjanir úr Sveis og Lettlandi fyrr í ár.

Tveir triðingar av ferðavinnugistingunum vóru í Suðurstreymi
Tað vóru eisini umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 7.538 fleiri  í Suðurstreymi og 1.333 færri uttan fyri Suðurstreym. Tá talan er um talið av gestum, t.v.s. innskrivingum, er tó lutfalsliga javnt stórur vøkstur í báðum økjum.

Av samlaða talinum av gistingum vóru tveir triðingar Suðurstreymi.

89% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 75% í Føroyum annars
Verður hugt eftir gistingarhátti er ikki so stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 89% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 75% í Føroyum annars. Nógv størsta broytingin er stóra minkingin í kamping bæði í Suðurstreymi og í Føroyum annars, sum tilsamans minkaði niður í eina helvt.


Ymisk gongd fyri tal av gistingum og tal av gestum
Samanlagt hava gistingarhús 7.150 fleiri gistingar enn sama tíðarskeið í fjør. Næstan allur hesin vøksturin var í Suðurstreymi, svarandi til ein vøkstur á 16%, meðan vøksturin var 4% uttan fyri Suðurstreym.  

Tá tað snýr seg um tal av innskrivaðum gestum var lutfalsliga javnt stórur vøkstur í Suðurstreymi við 16% og Føroyum annars við 14%.

Í miðal gista ferðafólk hálvatriðju nátt
Út frá upplýsingum um tal av gistingarnætrum og um tal av innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Fyri allar Føroyar gisti hvør persónur í miðal 2,4 nætur, tað sama sum sama tíðarskeið í 2016. Longst gista fólk, sum leiga íbúð ella hús, har miðaltalið er 3,8 nætur fyri alt landið.

 

Hvat er ein gisting og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.