Arbeiðsloysið var 2,2% í august – 1,2% í Eysturoy og 5,3% í Suðuroy

Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%. Hetta er ein minking frá 2,6% mánaðin frammanundan og 2,8% fyri einum ári síðani. Minkingin er javnt stór bæði hjá kvinnum og monnum, har tað nú er 1,9% hjá monnum og 2,6% hjá kvinnum. Í tali er fulltíðararbeiðsloysið 621 persónar í august í ár, tað eru 172 færri enn í juli í fjør.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juli 2016 til juli 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

 

Munurin millum kynini í arbeiðsloysi minkaður
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, minkaði eisini munurin í arbeiðsloysi millum kynini, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru 60 færri menn og 121 færri kvinnur arbeiðsleysar í august í ár, samanborið við august 2015.


Minst arbeiðsloysi í Eysturoy - nógv størst í Suðuroy
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Minst er tað í Eysturoyar og Norðoya sýslum við ávikavist 1,2% og 1,3%.
- Síðani millum í Norðstreymoyar og Vága sýslum við 1,6% og Sandoyar sýsluvið 1,8%.
- Nakað størri í Suðurstreymi við 2,4%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,3%, men tað er tó ein minking frá 6,5% mánaðin frammanundan.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoya sýslu, har tað bert er 0,8%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.


Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár – minst hjá monnum yvir 45 ár
Minsta arbeiðsloysið er hjá monnum og kvinnum yvir 45 ár, men serliga lágt hjá monnum 45-54 ár. Størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu, harav serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum við 4,9%. Ein lutfalsliga stórur partur av teimum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.


Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her