Fjórðingur av útflutninginum fer til Russlands

Av øllum útflutninginum fyrra hálvár í ár fór nógv mest til Russlands. Útflutningurin til Russlands vaks við 332 mió. kr. í mun til fyrra hálvár í fjør, so vit nú útflyta vørur til Russlands fyri 1,1 mia. kr., svarandi til 27% av øllum.

Eitt langt lop er síðani niður til Bretlands og USA, har vit útfluttu fyri 440 mió. kr. frá hvørjum, síðani Danmark og Týskland við 340 mió. frá hvørjum og Kina á sætta plássi við umleið 260 mió. kr.

Laksur er størsta einstaka vøran, vit selja til hesi 6 tey størstu nýtslulondini. Til Russlands er helvtin av útflutningsvirðinum laksur, síðani makrelur og sild. Til  USA, Týsklands og Kina er næstan alt laksur, meðan toskur, hýsa o.a. botnfiskur stendur fyri tí mesta til Bretlands.

Eftir aldarskiftið eru stórar broytingar hendar í landabýtinum í útflutninginum. Nógv tann størsta broytingin er øgiligi vøksturin til Russlands, men eisini til USA og Kina. Útflutningurin til Týsklands og Niðurlond er eisini vaksin nógv. Útflutningurin til tey nýtslulondini, sum lógu ovast um aldarskiftið, Danmark, Bretland, Italia, Spania og Frakland, er minkaður nakað, men er enn í tí ovasta endanum.

Útgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.