Rætting í uppgerðum av lønargjaldingum og løntakarum

Eftir almennu umrøðuna herfyri av lønargjaldingunum hevur Hagstovan eftirhugt hagtalsframleiðsluna av lønargjaldingunum. Neyðugt er at gera rættingar í uppgerðunum av lønargjaldingum og løntakarum frá januar 2013 til august 2017.

Fyrst og fremst er talan um, at ein partur av lønarútgjaldingunum í bólkinum ”Landsfyrisiting” er fluttur í aðrar bólkar, serliga í bólkin ”Heilsu- og almannaverk”.

Broytingarnar fyri 2016 eru lýstar í talvuni niðanfyri.

(Trýst á talvuna, og hon gerst størri)

Broytingarnar fyri fyrsta hálvár í 2016 og 2017 eru lýstar í talvuni niðanfyri.

(Trýst á talvuna, og hon gerst størri)

 

Flokking av almennum lønargjaldingum

Stórur partur av almennu lønunum verður í dag goldin av einum lønarútgjaldara, sum liggur undir almennu landsfyrisitingini. Hagstova Føroya flokkar síðan hesar lønargjaldingarnar á vinnugreinar.

Eftir at lønirnar eru býttar á vinnugreinar, er tað ein avbjóðing at flokka ein lutfalsliga lítlan part av hesum lønunum á vinnugreinar. Hagstovu Føroya hevur valt, at hesar restlønirnar skulu bólkast undir almennu landsfyrisitingini, tí tað er haðani lønirnar verða útgoldnar.

Ógreinaðu restlønirnar eru seinastu árini vaksnar nakað og hetta hevur serliga fingið týdning fyri bólkin ”Landsfyrisiting”. Hagstova Føroya hevur tí eftirhugt og kannað lønirnar nærri.

Ein neyv gjøgnumgongd av hagtalsskipanini hevur staðfest ávísar veikleikar, og hagtalsviðgerðin er nú broytt, soleiðis at restlønirnar undir landsfyrisitingini eru minkaðar og sundurgreiningin á vinnugreinar er vorðin neyvari.

Rættingar eru tí gjørdar í uppgerðum av lønargjaldingum og løntakarum frá januar 2013 til august 2017.

Uppgerðirnar av lønargjaldingum og løntakarum eru dagførdar í Hagtalsgrunninum.

Endamálið við lønargjaldingunum er fyrst og fremt at vísa rákið í búskapinum og gongdina í vinnugreinum. Grunddatatilfarið undir hagtølunum um lønargjaldingar er skapt úr umsitingarligum skráum, og neyvleikin í hagtølunum verður tí merktur av hesum, og longri tú fer niður í smálutir, størri gerst óvissan.

(Mynd: LS.fo)