Avreiðingarnar áleið tað sama í nøgd, nakað minni í virði

Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 11% minni av toski, meðan nøgdin av upsa er vaksin góð 2 túsund tons ella 14%.

Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av kongafiski er vaksin munandi í ár – úr smáum 700 tonsum upp í góð 1700 tons – ein vøkstur á 142% í ár í mun til í fjør. Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 14%, og er nakað minni av  svartkalva komin uppá land í ár.

Onnur fiskasløg enn tey, ið eru nevnd undir botnfiski og flatfiski, eru minkað bæði í nøgd (við 11%) og í virði (við 15%). Tað mesta av hesum er gullaksur.

Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør, og yvirhøvur við undantøkum, er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini nakað lakari enn í fjør. Til dømis er 14% meira avreitt av upsa í ár, men er virðið minkað 9%, samanborið við í fjør.

Nærri útgreining á fiskasløg bæði eftir nøgd og virði er at finna í hagtalsgrunninum.

 

Fyrstu tríggir ársfjórðingarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan heldur ikki í ár fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingarnøgdunum seinastu árini, heldur fram.

Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreidda nøgdin av botnfiski fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin síðan 2002 er støðugt minkað, og hevur seinastu 5 árini ligið á einum javnt lágum støði.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

 

Uppgerð av avreiðingunum til og við september  2017 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.