Brúkaraprísirnir eru farnir 0,8 prosent upp seinasta árið

Brúkaraprísirnir eru farnir 0,8 prosent upp seinasta árið

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,8 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,3 prosent.
Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, og innbúgv, húsbúnaður o.l.. Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum flutningur, 2,1 prosent, rúsdrekka og tubbak, 1,9 prosent og býli 1,8 prosent.
Matvøruprísirnir samanlagt hava staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at fiskur, oljur og fitievni og kaffi eru dýrkað, og frukt er vorðin bíligari.
Príslækkingin í nýtslubólkinum klædnavørur og fótbúnaður var 0,6 prosent og í bólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l. 0,2 prosent.

Lítil broyting seinasta ársfjórðingin

Tað hava ikki verið stórar prísbroytingar seinasta ársfjórðingin, og samanlagt lækkaði brúkaraprístalið 0,1 prosent frá øðrum ársfjórðingi til triðja ársfjórðing.
Mesti prísvøkstur var í bólkinum ymiskar vørur og tænastur. Og mesta príslækking í bólkinum býli. Matvøruprísirnir fóru 0,1 prosent niður seinasta ársfjórðing.

Brúkaraprístalið triðja ársfjórðing var 117,9 samanborið við 118,1 annan ársfjórðing. Triðja ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 117,0.

Dagførd og útgreinaði hagtøl um prístalið eru at finna í hagtalsgrunninum.