Eyka verkstova: Hagtalsgrunnurin fyri fyritøkur

Nær: Fríggjadag 20. oktobur kl. 09:00 – 11:30
Hvar: Hagstova Føroya, Kvíggjartún 1, Argir
Pláss: 12 luttakarar
Kostnaður: Ókeypis

Fríggjadagin 20. oktobur bjóða vit fyritøkum vælkomnum á eyka verkstovu at brúka hagtalsgrunnin sum arbeiðsamboð. 

Við ítøkiligum dømum hyggja vit at, hvussu røttu tølini verða funnin. Skráin er hendan:

  1. Endamálið við Hagtalsgrunninum
  2. Hagtalsøki í Hagtalsgrunninum
  3. Uppbygnaður og hvussu leiti eg
  4. Uppgávur
  5. Goym fyrispurning og leita fram aftur
  6. Hagtalsgrunnar í øðrum londum
  7. Hagvarpið - beinleiðis hagtøl á kunningarskíggjan

Pláss er fyri 2 luttakarum frá hvørjari fyritøku.

Melda til verkstovuna við at skriva teldupost til hagstova@hagstova.fo við hesum upplýsingum: Navn, teldupost og tlf. nr hjá luttakarum

Seinasta freist at melda til er til og við 19. oktobur,

Nýbryggjað kaffi verður at fáa. Vit gleða okkum at síggja tykkum

---

Í hagtalsgrunninum er vitan savnað um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagstovan arbeiðir støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka. Verkstovurnar eru ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. 

---

Um áhugi er, kann Hagstovan skipa fyri verkstovu fyri øðrum áhugabólkum. Send fyrispurning umvegis teldupost til hagstova@hagstova.fo.