Arbeiðsloysið var 2,0% í novembur

Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,0%, samanborið við 2,2% mánaðin frammanundan og 2,6% fyri einum ári síðani. Hesar 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,6%.

Munurin millum kynini er tann sami, har tað nú er 1,5% hjá monnum og 2,5 hjá kvinnum.

Í tali er fulltíðararbeiðsloysið 557 persónar í novembur í ár, tað eru 189 færri enn í novembur í fjør.

(trýst á myndir og talvu, so tær gerast størri)

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá november 2016 til november 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Minst arbeiðsloysi í Eysturoy - størst í Suðuroy
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er lítil munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Eysturoy við 1,1%, í Norðstreymi og Vágum við 1,2% og í Norðoya sýslu við 1,3%.
- Síðani 1,5% í Sandoyar sýslu og 2,0% í Suðurstreymi.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,6%, men tað er tó ein munandi lækking frá í summar, tá tað var oman fyri 6%.

Í flestu sýslum uttan Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy og Norðstreymi, har tað bert er 0,6%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her