Ferðin í stóra fólkavøkstrinum minkar eitt vet

Fólkatalið var 50.358 tann 1. november. Tað vaks við 662 fólkum ella 1,3% í 12-mánaðarskeiðinum 1. nov. 2016 – 1. nov. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 424 og burðaravlopi á 238. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum við síðstu uppgerð, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið. Minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Í mun til uppgerðirnar fyrr í ár er stóran ferðin í fólkavøkstrinum minkað nakað. Í summar var fólkavøksturin á gott og væl 1,5%, í heyst um 1,4% og er nú 1,3%. Orsøkin er, at burðaravlopið er minkað eitt vet og nettotilflytingin somuleiðis. Men broytingarnar eru sera smáar, so óvist er um tað er ein nýggjur trendur ella broytist aftur við komandi uppgerðir. 

Fólkatalið veksur skjótast í Vágum, Streymoy uttan høvuðsstaðin og Eysturoy
Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 31% av fólkavøkstrinum, samanborið við 56% undanfarna 12-mánaðarskeiðið.

 

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin síðstu trý árini er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.166, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin út ímóti 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á gott 400 vend til eina positiva nettotilflyting í líka stórum tali.


Kynsmunurin í tilflytingini ger, at nú eru fleiri menn enn kvinnur í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 662 eru nakað fleiri mannfólk enn konufólk, 344 samanborið við 318. Hetta er ein broyting í trendinum frammanundan, har kvinnurnar høvdu yvirvág í fólkavøkstrinum. Munurin sæst týðiligast í nettotilflytingini, har tað vóru 239 mannfólk og 185 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið.

Meðan deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kynum, er munur í føðitalinum, 36 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Men av tí at munurin í nettoflytingini er nøgv størri hinvegin, verður úrslitið tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 26 fleiri mannfólk enn konufólk.


Hóast ferðin minkar nakað, heldur stóri fólkavøksturin fram
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Fyrr í ár hevur vøksturin verið oman fyri 1,5% fyri eitt 12-mánaðarskeið og er linkaður til 1,4% við síðstu uppgerð og nú til 1,3%. Tað er framvegis stórur fólkavøkstur, men spurningurin er, um vit nú síggja fyrstu tekin til at ferðin er farin um tað hægsta og linkar enn meir teir komandi mánaðirnar. Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesa broytingarnar í minni burðaravlopi og nettotilflyting og kunnu eisini venda hinvegin aftur við næstu uppgerðir. 


Tórshavnarøkið tekur ein minkandi part av fólkavøkstrinum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 206 fólkum, í Eysturoy við 166 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 105 fólkum..


Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 2,6% og í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,3%. So er eitt lop niður til  Eysturoyar sýslu við 1,5%, Norðoya sýsla við 1,3% og Tórshavnarøkið á fimta plássi við 1,1%. Og so er aftur eitt lop niður til Sandoyar sýslu við bert 0,2% og Suðuroy við 0,5%.


Fólkavøksturin ymiskur í høvuðsøkjunum       
Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 662 tekur Tórshavnarøkið 207 fólk ella 31%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið var fólkavøksturin á 675, men Tórshavnarøkið tók tá 375 av hesum ella heili 56%.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður næstan í helvt, meðan onnur øki hava økt munandi um sín part, serliga Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin og Vágarnar.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu hendan gongdin hevur verið seinastu trý árini, og at størsta broytingin er í Tórshavnarøkinum í hesum árinum.

 

Vøkstur í 21 kommunum – stendur í stað ella minkar í 8
Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 247 fólkum, ið er 31% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 66 fólkum ella 1,3%, ið er eins og landsmiðal. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við ávikavist 6% og 4,6% hvør, og í Porkeris kommunu við 7,2%.

Lutfalsliga størsta minkingin er í Fugloyar, Hovs, Fámjins og Hvalbiar kommunum.

 

Vøkstur í nærum øllum oyggjum 
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur  í Sandoy

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 5 fólkum, svarandi til 25%. Eisini í Kalsoynni, Nólsoy og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Skúvoy og Stóra Dímun, meðan tað einans er minkandi fólkatal í Fugloy og Svínoy. Men hetta eru sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.


Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.