Fólkatalið var 50.101 tann 1. mai

Fólkatalið var 50.101 tann 1. mai. Tað vaks við 765 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum mai 2016 – apríl 2017. Hetta kemur av nettotilflyting á 467, ið er tann størsta í 16 ár, og burðaravlopi á 298, ið er tað størsta í 9 ár. Undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Yvir 1.000 fleiri gistandi í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing 2017

Tað vóru 21.395 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 1.058 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 930 fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var. Tríggir fjórðingar av gistingunum vóru hjá ferðafólkið úr Føroyum og Danmark, men størsti vøksturin var hjá ferðafólki úr Íslandi.

Síður