Ferðavinnan fleiri gistandi í 2016 enn sólarmyrkingarárið 2015

Tað vóru 160.000 gistingar í ferðavinnuni í fjør, tað eru 600 fleiri enn fyrra árið. Í tali av gestum vóru tó 2.500 fleiri. Ein triðingur av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark og ein stórur fjórðingur vóru føroyingar sjálvir. Meðan gistingarhús stóðu seg væl við einum vøkstri á 8%, var ein munandi afturgongd á 20% í leigu av hús ella íbúð, ból og bita og kamping.

Konjunkturbarometrið hækkar eftir kyrrstøðu í tvey ár

Hálvárliga kanningin um, hvussu húsarhald og vinna meta um ymisk fíggjar- og búskaparlig viðurskifti, er júst liðug, og úrslitið er tøkt í hagtalsgrunninum. Samanvigaða vísitalið, ið er samansett av úrslitinum frá spurnarkanningum til brúkarar og 4 vinnubólkar, er frá seinastu kanningini í januar gjørt upp til 31 stig, sum er hægsta vísitalið síðan januar 2015.

Síður