Fólkatalið 1. juli var 50.250

Fólkatalið var 50.250 tann 1. juli. Tað vaks við 734 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum juli 2016 – juli 2017. Hetta kemur av nettotilflyting á 440, ið er tann størsta í 16 ár, og burðaravlopi á 294, ið er tað størsta í 9 ár. Undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Talið av løntakarum ájavnt við tað mesta nakrantíð

Í mai vóru 26.029 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er javnt við tað mesta, sum nakrantíð er skrásett. Í apríl 2008 toppaði talið av løntakarum, og nú, meira enn níggju ár seinni, er sama tal av løntakarum sum tá. Sum útlitini eru, kann tó væntast, at vøksturin heldur fram, og tí verða tað yvir 26.000 løntakarar restina av árinum.

Síður