Nýggjar hagtalsútgávur tøkar kl. 09:00

Framyvir verða allar nýggjar hagtalsútgávur hjá Hagstovu Føroya tøkar klokkan 9:00 á morgni. Tað er ein hálvan tíma fyrr enn áður. 

Tølini í hagtalsgrunninum verða soleiðis dagførd um hetta mundið. Kunning um nýggjastu tølini verða sum vant løgd út á heimasíðuna. 

Eitt yvirlit yvir komandi hagtalsútgávur hjá Hagstovuni kann síggjast í útgávukalendaranum, sum finst í vinstra bredda á heimasíðuni ella við at trýsta her.