Nakað størri prísvøkstur

Fjórða ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,0 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn triðja ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,8 prosent.

Seinasta árið, frá fjórða ársfjórðingi í 2016 til fjórða ársfjórðing í 2017, hækkaðu prísirnir í øllum høvuðsbólkum. Mesti prísvøkstur var í bólkunum rúsdrekka og tubbak, 2,0 prosent, meðan vøksturin í bólkunum býli, flutningur, hotel og matveitarar, og ymiskar vørur og tænastur var 1,5 prosent. Matvøruprísirnir fóru 0,4 prosent upp.
Seinasta ársfjórðingin í 2017, frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing, hækkaði brúkaraprístalið 0,4 prosent.
 


Miðalbrúkaraprístalið vaks 1,1 prosent í 2017
Í miðal var brúkaraprístalið 118,0 í 2017, samanborið við 116,7 í 2016. Miðalbrúkaraprístalið fór sostatt 1,1 prosent upp í 2017. Í 2016 fór miðalbrúkaraprístalið 0,3 prosent niður og í 2015 1,7 prosent niður.
Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið í árinum við miðalprístalið árið fyri.
Miðalprístalið hækkaði í flestøllum nýtslubólkum í 2017. Størstu ávirkanina á príshækkingina í miðalprístalinum høvdu býlisprísirnir, sum fóru 3,0 prosent upp. Flutningur fór 2,5 prosent upp, rúsdrekka og tubbak 1,8 prosent og hotel og matveitarar 1,4 prosent.
Matvøruprísirnir vóru í 2017 0,3 prosent hægri enn í 2016.
 

Dagførd og útgreinaði hagtøl um prístalið eru at finna í hagtalsgrunninum.