Útflutningurin jan. – nov. í fjør var 8 milliardir

Nú útflutningurin fyri 11 mánaðir av 2017 er uppgjørdur, er higartil útflutt fyri 8 mia. kr. Tað eru 9% meir enn árið fyri.

Útflutningurin av laksi var 3,6 mia. kr. og er vaksin 9% í mun til somu mánaðir árið fyri. Í nøgd er vøksturin 3%.

Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti var 1,7 mia. kr. Tað er ein vøkstur á 16%. Her er serliga útflutt meiri av sild, meðan tað er minni útflutt av svartkjafti.

Av bólkinum fiskaúrdráttir, ið er komin upp á 628 mió. kr., er meginparturin, næstan hálv milliard, fiskamjøl. Tað eru 222 mió. kr. meir enn árið fyri.

Samstundis sum fiskaútflutningurin vaks 11% í virði, minkaði hann 1% í nøgd.

Útgreinað og dagførd hagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.