Treystitalið stendur í stað og er framvegis yvir miðal

Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið er hesaferð 26, ið er tað sama sum í seinastu kanningini frá juni í fjør. Treystitalið er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006.


(trýst á myndir og talvu, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er óbroytt, men ymsu kanningarnar vísa tó, at tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit í ymsu kanningunum.

Brúkarakanningin
Í brúkarakanningini verða millum 500 og 550 húsarhald spurd 15 spurningar viðvíkjandi teirra egnu fíggjarstøðu og um búskaparstøðuna í síni heild í Føroyum. Spurningarnir eru skipaðir soleiðis, at ein fær bæði afturlítandi metingar, eina løtumynd, umframt eina meting um gongdina komandi árið.

Brúkaravísitalið, ið er eitt roknað miðal av 4 nettotølum (sí niðanfyri um nettotøl) frá svarum til spurningar, er hesaferð 2 og tætt við miðaltalið fyri øll árini. Harumframt hevur brúkaravísitalið ikki verið minni síðan á sumri 2012.

Bjartskygnið tykist sostatt at vera nakað minni nú í mun til undanfarnu 3-4-árini. Millum annað er nettotalið til spurningin um, hvussu mett verður um búskapargongdina næstu 12 mánaðirnar á sama stigi sum fyri 4 árum síðan og liggur tætt við miðaltalið fyri øll árini.

Til spurningin um, hvussu mett verður um arbeiðsloysið um eitt ár sammett við í dag, so er tað til hesa kanningina fyri fyrstu ferð síðan á sumri 2010, at nettotalið er niðanfyri miðal. At nettotalið (vektað svarbýti av 5 møguligum svarum) hesaferð er negativt merkir samstundis, at arbeiðsloysið í miðal fyri hesi umleið 500-550 brúkararnar, ið hava fingið sett spurningin, verður mett at vaksa komandi árið.

At minni bjartskygni er millum brúkararnar nú í mun til kanningarnar seinastu 3 til 4 árini sæst eisini aftur í svarum til spurningar viðvíkjandi nýtslu og uppsparing. Tekin eru um, at hugurin at gera størri keyp nú í mun til verandi og væntandi búskaparstøðu er vorðin minni.

Samstundis svara alsamt fleiri, at tað er rætta løtan, í mun til verandi búskaparstøðuna, at spara pening.

Tilfeingisvinnur og annar ídnaður
Kanningin fyri vinnubólkin “Tilfeingisvinnan og annar ídnaður” fevnir um 15 spurningar, og vísitalið fyri henda bólkin er nærum óbroytt í mun til seinastu 5 kanningarnar og liggur um miðal fyri øll árini.

Um hugt verður nærri at nettotølunum fyri hvønn spurningin, so sæst m.a. í mun til undanfarnu 2 árini, at framleiðslan væntast at vaksa, tørvurin á starvsfólkum er nøkulunda støðugur, og í miðal hevur hesin vinnubólkurin tryggjað arbeiðið í umleið 5-6 mánaðir.

Byggivinnan
Vísitalið fyri byggivinnuna er á nøkulunda sama høga støði eins og í kanningunum seinastu 4 árini og liggur framvegis oman fyri langtíðarmiðal.

3 seinastu kanningarnar undan hesari hava víst stóran vøkstur í tryggjaðum arbeiði í mánaðum (miðal). Til hesa kanningina er tryggjað arbeiði í tal av mánaðum 15 og nakað minni enn fyri hálvum ári siðan, men er framvegis høgt í mun til miðal fyri øll árini.

Væntaði tørvurin á arbeiðsmegi komandi árið verður mettur til nakað sama støði í mun til kanningarnar seinastu 3 árini.

Handilsvinna/smásøla
Í vinnubólkinum “Handilsvinna/smásøla” eru tekin um, at bjartskygnið í mun til undanfarnu 3 kanningarnar er víkjandi, tó at tað framvegis er oman fyri miðal fyri øll árini.

Størsti parturin av søluni hjá hesum vinnubólkinum fer beinleiðis til húsarhaldini og ein ávísur samanhangur er tískil millum metingarnar hjá hesum vinnubólkinum og metingarnar hjá húsarhaldunum. Sum víst á omanfyri, so eru útlitini hjá húsarhaldunum í mun fíggjar- og búskaparstøðu minni bjartskygd hesaferð í mun til undanfarnu tvær kanningarnar.

Millum annað vísir svarbýtið til spurningin um, hvussu sølan væntast at verða næstu 12 mánaðirnar (í hesum føri 3 møgulig svar), at nakað færri fyritøkur enn áður rokna við vøkstri í mun til undanfarnu 3 kanningarnar. Men nettotalið er positivt, t.v.s. meirilutin svarar framvegis, at sølan væntandi veksur.

Tænastuvinnan (aðrar tænastur enn byggivinna og handil/smásøla)
Í kanningunum seinastu tvey árini hava alsamt fleiri fyritøkur í bólkinum tænastuvinnur mett, at framgongd hevur verið.

Og til spurningin um mett verður, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum næstu 12 mánaðirnar, svara væl fleiri hesaferð í mun til kanningarnar seinastu 10 árini, at so verður.

Sí kanningarúrslitini í talvum í hagtalsgrunninum.

--- o ---

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.

Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.

Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina "Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?".

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.

Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:

- Vaksandi: 52
- Óbroyttur: 46
- Minkandi: 2

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina "Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?".

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.

Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:

- Nógv betur: 3
- Nakað betur: 16
- Óbroytt: 49
- Nakað verri: 25
- Nógv verri: 6
- Veit ikki: 1

Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. "Nógv betur" telur 1, "Nakað betur" telur 0,5, "Nakað verri" telur -0,5 og "Nógv verri" telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.

Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.

1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?

Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:

1. Vísital frá brúkarakanningini: 20% 
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.