Arbeiðsloysið 2,1% fjórða mánaðin á rað

Í januar var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,1%, tað er tað sama fjórða mánaðin á rað. Í tali vóru tað 589 fulltíðararbeiðsleysir persónar í januar í ár, tað eru  144 færri enn sama mánað í fjør.  Munurin millum kynini er eisini tann sami, við 1,6% hjá monnum og 2,6 hjá kvinnum.  Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 1,3%, og tað mesta er í Suðuroy við 4,2%.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá januar 2017 til januar 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Arbeiðsloysið hjá monnum er minkað meir enn hjá kvinnum
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, og lutfalsliga er munurin heldur vaksin síðstu tvey árini. T.d. er arbeiðsloysið hjá monnum hetta 12-mánaðar skeiðið minkað úr 2,1% niður í 1,6, meðan tað hjá kvinnum bert er minkað ur 2,8% niður 2,6.

Minst arbeiðsloysi í Vága sýslu – mest í Suðuroy 
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er lítil munur millum allar hinar sýslurnar:

- Minst er tað í Vágum við 1,3%, í Norðoya sýslu við 1,6% Norðstreymi við 1,7%, í Sandoyar sýslu við 1,8% og í Eysturoyar sýslu við 1,9%.
- So er eitt lop upp til Suðurstreym við 2,4%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,2%, men tað er kortini ein munandi lækking frá undanfarnu mánaðum, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6%.  

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Sandoyar sýslu, har tað er øvugt, og í Vága sýslu, har tað er javnt lágt hjá báðum kynum.  

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,1%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,4%.

Verður hugt eftir broytingunum í arbeiðsloysinum síðsta árið, sæst á myndini niðanfyri, at tað er minkað allastaðni, mest í Sandoy - undantakið er Suðuroy, har tað er vaksið nakað síðani januar í fjør.

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum
Síðstu 5-6 árini er arbeiðsloysið sum heild minkað javnt og munandi. Tó hevur fallið ikki verið javnt í ymisku sýslunum. Í Sandoyar sýslu var tað nógv hægst fyri 4-5 árum síðani men er síðani minkað nógv og fylgir nú støðuni í hinum sýslunum. Suðuroyar sýsla er í eini serstøðu, har tað eru ógviliga stór sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur nógv oman fyri støðuna í landinum annars.  

Javnt og minst arbeiðsloysi í øllum aldursbólkum yvir 35 ár
Javnt minsta arbeiðsloysið er hjá teimum, ið eru yvir 35 ár. Størst er tað í aldursbólkinum 25-34 ára gomlu og har serliga kvinnurnar skilja seg burturúr við einum arbeiðsloysi á 4,8%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.