Arbeiðsloysið hevur lagt seg á 2,1% í vetur

Í februar var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,1%, eins og tað hevur verið allan vetur. Í tali vóru tað 591 fulltíðararbeiðsleysir persónar í februar í ár, tað eru  97 færri enn sama mánað í fjør.  Munurin millum kynini er eisini tann sami, við 1,7% hjá monnum og 2,5 hjá kvinnum.  Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 1,4%, og tað mesta er í Suðuroy við 4,0%.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá februar 2017 til februar 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Arbeiðsloysið hjá monnum er minkað meir enn hjá kvinnum
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, og lutfalsliga er munurin heldur vaksin síðstu tvey árini. T.d. er arbeiðsloysið hjá monnum minkað úr 2,1% niður í 1,7%, meðan tað hjá kvinnum bert er minkað ur 2,8% niður 2,5%.

Minst arbeiðsloysi í Vága sýslu – mest í Suðuroy 
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:

- Minst er tað í Vágum við 1,4%, í Norðoya sýslu við 1,7% og Norðstreymi og Sandoyar sýslu við 1,8%.
- So er eitt lop upp til Suðurstreym við 2,4% og Eysturoyar sýslu við 2,3%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,0%, men tað er kortini ein munandi lækking frá undanfarnu mánaðum, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6%.  

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum, har tað er eitt vet hægri hjá monnum. Í hesum báðum sýslum er eisini minsti munur millum kynini.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,2%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,0%.

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum  
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er ein munandi hækking úr 1,7 upp í 2,3%. Størsta minkingin er í Vágum, úr 2,7 niður 1,3%. Í Suðuroy minkar bert úr 4,1 í 4,0%.

Síðstu árini er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið ikki verið javnt í ymisku sýslunum. Í Sandoyar sýslu var tað nógv hægst fyri 4-5 árum síðani men er síðani minkað nógv og fylgir nú støðuni í hinum sýslunum. Suðuroyar sýsla er í eini serstøðu, har tað eru ógviliga stór sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars.  

Javnt lágt arbeiðsloysi í øllum aldursbólkum oman fyri 35 ár
Javnt minsta arbeiðsloysið við 1,8-1,9% er hjá øllum aldursbólkunum yvir 35 ár. Tað er nakað hægri hjá teim yngstu 16-24 ára gomlu við 2,7%. Aldursbólkurin 25-34 ára gomul skilir seg burturúr við størsta arbeiðsloysinum á 3,6%, har tað er serliga høgt hjá konufólkunum við 4,8%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her