Fólkatalið var 50.575 tann 1. februar

Fólkatalið var 50.575 tann 1. februar. Tað vaks við 697 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2017 – 1. feb. 2018. Tað kemur av nettotilflyting á 500 og burðaravlopi á 197. Størsti fólkavøkstur er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu.

Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið eru nú munandi broytingar í burðaravlopi og nettoflyting, og tær venda hvønn sín veg: burðaravlopið er minkað við 110, úr 307 niður í 197, meðan nettotilflytingin er vaksin við 93 úr 407 upp í 500. Hóast henda stóru vøksturin í nettotilflytingini gjørdi tað uppaftur størri fallið í burðaravlopinum, at fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið var 17 minni enn í tí undanfarna. 

 

Veksur skjótari í Eysturoy enn í Tórshavnarøkinum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Merkisvert er við hesi uppgerð, at nú er vøksturin størri í Eysturoyar sýslu enn í Tórshavnarøkinum, bæði í tali og lutfalsliga.

Næst eftir Eysturoyar sýslu við 2,3% er størsti lutfalsliga ella prosentvísa vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin við 2,2% og síðani í Vága sýslu við 1,7%.

So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið og Norðoya sýslu við ávikavist 1,1 og 1,0%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy við bert 0,4%. Minking er í Sandoyar sýslu við 0,6%.

 

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.150 ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Hinvegin veksur tilflytingin framvegis, og er samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting, at nettotilflytingin enn er veksandi.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á yvir 400 vend til eina enn positiva nettotilflyting upp á 500.

Men burðaravlopið er minkað munandi
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið  minkaði burðaravlopið munandi við 110, úr 307 niður í 197 hetta 12-mánaðskeiðið  1. feb. 2017 – 1. feb. 2018. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði við 34, úr 681 niður í 647, so vaks talið av deyðum við 76, úr 374 upp í 450.

 

Sjóvar kommuna veksur líka nógv og skjótari enn Klaksvíkar kommuna
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar, Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar, veksa mest í tali. Men lutfalsliga liggja Klaksvíkar og Tórshavnar kommunur niðan fyri landsmiðal og Runavík beint omanfyri.

Hinvegin er størsti lutfalsligi vøksturin í nøkrum av teim smærri kommununum, har serstakliga stórur vøkstur er í Sjóvar kommunu. Har er vøksturin 54 fólk í tali – eins nógv og í Klaksvíkar kommunu, men lutfalsliga fimm ferðir so skjótur vøkstur við 5,5%, samanborið við 1,1% í Klaksvík.

Aðrar størri kommunur við stórum vøkstri eru Sunda, Nes, Vestmanna og Sørvágs kommunur.
Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið ikki veksur men heldur minkar eitt vet.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Porkeris, Eiðis, Hvannasunds og Sumbiar kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í Hvalbiar, Húsavíkar, Sands, Fugloyar og Fámjins kommunum.

 

Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Fugloy, Svínoy og Nólsoy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur í Suðuroy og ein minking í Sandoy.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 4 fólkum, svarandi til 19%. Eisini er vøkstur í Kalsoynni og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Skúvoy, Stóra Dímun og Koltri, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy, Svínoy og Nólsoy. Serliga stór er minkingin í Fugloy við 6 fólkum ella 14%.  Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.