Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Búskaparráðið almannakunnger í morgun sína hálvárligu búskaparfrágreiðing, har m.a. verður mett um gongd og útlit í føroyska búskapinum. Síðan seinastu frágreiðing á heysti í fjør eru ávísar fortreytir fyri búskapargongdina í 2018 broyttar og minni jaligar. Framrokningin fyri 2018 er sostatt minni bjartskygd og BTÚ í leypandi prísum fyri 2018 verður mett at vaksa hálvt prosent í mun til 2017.

Tjóðarroknskapurin er partvís gjørdur upp til og við 2015. Árini 2016 til 2018 eru tískil viðgjørd og endurmett í greiningini hesaferð við støði í nýggjum lyklatølum innan ymisk búskaparlig viðurskifti fyri seinnu hálvu av 2017, umframt nýggjar metingar um viðurskifti fyri inniverandi ár, sum mett verður neyðugt at taka hædd fyri.


(trýst á talvu og mynd so tær gerast størri)

Nýggj lyklatøl, ið kunnu broyta um fortreytir fyri meting um búskapargongd í 2016 og 2017, m.a. mánaðarligu útgoldnu lønargjaldingar býttar á vinnugreinar, ið nú eru tøkar fyri alt 2017, og sum eru týðandi í mun til framrokningina av 2017, geva ikki orsøk til at broyta fortreytir og harvið framrokningina nevnivert.

Fyri 2018 eru tó fortreytir broyttar. Serliga er talan um, at útlitini hjá alivinnuni verða nú mett at verða minni bjartskygd, bæði í mun til minni tøku og lægri prís á sølumarknaðum, og í uppsjóvarfiskiskapi eru útlit til minni av kvotum. Slík viðurskifti hava neiliga ávirkan á metta útflutningsvirðið av fiskavørum, og er henda fortreytin høvuðsorsøkin til broytingina í útlitinum fyri 2018 hesaferð í mun til fyri hálvum ári síðan.

Samanumtikið verður roknað við, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum fyri árini 2016, 2017 og 2018 verður ávikavist 6,8%, 6,2% og 0,5%.

Útlit eru sostatt til, at bruttovirðisøkingin í tilfeingisvinnum, sum seinastu 5 árini hevur verið fyri stórum vøkstri, í ár verður á leið tann sama sum í 2016 og harvið nakað minni í mun til í fjør, ið var søguliga gott ár fyri henda vinnubólkin. Privatar tænastuvinnur, byggivinnan og aðrar framleiðsluvinnur, sum í størstan mun verða ávirkaðar av innlendska eftirspurninginum, koma væntandi at hava størri bruttovirðisøking í ár enn undanfarin ár, tó er vøksturin ávirkaður av minni vøkstri í inntøkum generelt, og harvið er vakstrarískoytið minni í mun til undanfarnu 5-6 árini.

Framrokningin er at finna í talvum í hagtalsgrunninum og frágreiðingin hjá Búskaparráðunum kann heintast av netinum.