26.282 løntakarar í januar

Tølini fyri løntakarar í januar mánaða eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein. Talvurnar eru nú víðkaðar við ártíðarjavnum tølum, trendi og mánaðarligum broytingum í trendi fyri teir fýra høvuðsvinnugreinabólkarnar.

Í januar vóru løntakararnir 26.282 í tali. Løntakaratalið er støðugt økt síðani 2013, tá løntakarararnir vóru um 23.700 í tali.
 
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
 
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

 (trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

 (trýst á myndirnar og talvu, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum.

Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.

Við trendtølunum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.