Fólkatalið veksur alsamt og var 50.750 tann 1. mars

Fólkatalið var 50.750 tann 1. mars. Tað er vaksið við 760 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðar skeiðinum 1. mars 2017 – 1. mars 2018. Tað kemur av nettotilflyting á 551 og burðaravlopi á 209. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 73, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 99. Størsti fólkavøksturin er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið, meðan tað einans er ein minking í Sandoyar sýslu.

 

Veksur skjótast í Eysturoy
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali eins stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu við 2,4% er størsti lutfalsligi vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið har hann er 1,8%.  Síðan er hann javnt stórur við 1,4-1,5% í Norðoyggjum, Tórshavnarøkinum og Vágaøkinum.

So er eitt lop niður til Suðuroy við 0,5%, og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 0,8%.
 

 

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.157, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Hinvegin veksur tilflytingin framvegis, og er samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting, at nettotilflytingin enn er vaksandi.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á eini 500 vend til eina positiva nettotilflyting upp á eini 500.

Men burðaravlopið er minkað
Samanborið við undanfarna 12-mánaðskeiðið  minkaði burðaravlopið munandi við 73, úr 282 niður í 209 hetta 12-mánaðskeiðið  1. mars 2017 – 1. mars 2018. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði niður í 650, vaks talið av deyðum upp í 441.

 

Fleiri menn enn kvinnur í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 760 eru nakað fleiri mannfólk enn konufólk, 395 samanborið við 365. Hetta er ein broyting til trendin frammanundan, har kvinnurnar høvdu yvirvág í fólkavøkstrinum. Munurin sæst týðiligast í nettotilflytingini, har tað vóru 323 mannfólk og 228 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið.

Í føðitalinum eru 42 fleiri gentubørn, meðan í deyðatalinum eru 23 fleiri mannfólk. Men av tí at munurin í nettoflytingini er nógv størri tal av mannfólki verður úrslitið tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 30 fleiri mannfólk enn konufólk.

 

Óvanliga stór nettotilflyting av mannfólki januar-februar í ár

Síðstu trý-fýra árini hevur verið eitt rættiliga fast mynstur í nettoflytingini mánað fyri mánað, so sum sæst á myndini niðanfyri. Eitt sera stórt frávik er tó í januar og februar í ár. Samanborið við januar-februar í fjør er talið av kvinnum tað sama, men talið av mannfólkið er næstan tríggjar ferðir størri.  

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøksturin hevur verið um 1,5% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, men linkaði nakað tíðliga í vetur til 1,4% og 1,3%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men seinni í vetur er vøksturin aftur komin upp á 1,4% og nú upp um 1,5%. Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesa broytingarnar í minni burðaravlopi og nettotilflyting og kunnu eisini venda hin vegin aftur við næstu uppgerðir.

Upp um 51-túsund á Ólavsøku?
At fólkatalið tann 1. mars er komið upp á 50.750 kann gera, at vit kunnu koma upp um 51-túsund fólk í summar. Um gongdin teir næstu 3-4 mánaðirnar verður nøkulunda sum í fjør, kann fólkatalið vaksa við gott 400 fólkum frá mars til juli, so kunnu vit fara upp um 51-túsund longu á Ólavsøku.

 

Stóru kommunurnar vaksa mest í tali men fleiri smærri vaksa nógv meir lutfalsliga
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar, Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar, vaksa mest í tali. Lutfalsliga liggur Klaksvíkar kommuna nakað niðan fyri landsmiðal, Tórshavnar kommuna beint á landsmiðal og Runavíkar kommuna beint omanfyri.

Lutfalsliga er vøksturin størri í nøkrum av teim smæru og miðalstóru kommununum, so sum Sjóvar kommunu við 4,9% og Nes kommunu við 4,1%.

Aðrar smærri og miðalstórar kommunur við vøkstri væl oman fyri landsmiðal eru Eiðis, Viðareiðis, Vestmanna, Sunda og Hvannasunds kommunur.

Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið stendur í stað.

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Porkeris og Kunoyar kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í Fámjins, Húsavíkar, og Fugloyar kommunum.

Samantikið er vøkstur í 21 kommunum og minking í 8. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Svínoy, Fugloy og Nólsoy
Verður hugt at gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur í Suðuroy og ein minking í Sandoy.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, í Hestoy við 3 fólkum, svarandi til 14%, í Kalsoy við 3 fólkum og í Skúgvoy og Mykinesi við 1 fólki, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy, Svínoy og Nólsoy. Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.