Innflutningur og útflutningur fyrsta ársfjórðingin

[Tíðindastubbin er dagførdur 18. mai, sí viðmerkingar niðast í greinini]

Vit innfluttu fyri 1,6 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 250 mió. kr. ella 13% minni enn somu mánaðir í fjør. Tað er serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum er minkaður, og hyggja vit at innflutninginum uttan skip og flogfør, er minkingin 2%.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin mest, meðan innflutningurin av tilfarið til annan ídnað og brennievni eisini er vaksin, tó ikki so nógv.

Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør.


Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var væl minni enn í fjør. Vit útfluttu fyri 2,2 mia. í fjør og fyri 2 mia. í ár.
Tað er serliga uppsjóvar sløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt minni av, meðan útflutningurin av svartkjafti er eitt sindur hægri.

Bæði í nøgd og virði er minkingin uml. 35%.

Virðið av útflutta laksinum er eisini minkað, hóast nøgdin er eitt sindur hægri enn í fjør.

 

 

Tíðindastubbin er dagførdur 18. mai: Útflutningstalvurnar í tíðindastubbanum vóru tíverri skeivar. Tær eru nú rættaðar, so tær nú samsvara tølini í hagtalsgrunninum.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin og útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.