Fólkatalið 1. mai var 50.844

Fólkatalið var 50.844 tann 1. mai. Tað vaks við 795 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2017 – 1. mai 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 221 og nettotilflyting á 574. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 76, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 132.


Veksur skjótast í Eysturoy – minkar í Sandoy 
Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Nes og Sjóvar kommunum við 4-5%.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið við 1,8%. Síðan kemur Vága sýsla við 1,6% eins og miðal fyri landið, meðan Norðoya sýsla og Tórshavnarøkið við 1,5% hvør vóru beint niðanfyri. So er eitt lop niður til Suðuroy við 0,6%, tað eru 26 fólk, og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 0,4%, tað eru 5 fólk.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.143, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fjórða árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis á fimta ári. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettoúrslitið – nettotilflytingin - er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú stívliga 600 fólk minni og tilflytingin stívliga 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 456 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 574 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.



Burðaravlopið er minkað
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 76, úr 297 niður í 221. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði niður í 646, vaks talið av deyðum upp í 425.

 

Næstan javnt millum kynini í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 795 er nærum javnt millum kynini, tó 9 fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 337 mannfólk og 237 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið. Men av tí, at tað í føðitalinum var yvirvág av konufólki, og í deyðatalinum yvirvág av monnum, var samanlagda úrslitið ein javnstórur vøkstur fyri bæði kyn.


 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøksturin hevur verið um 1,5% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, men linkaði nakað tíðliga í vetur til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men seinni í vetur og nú í vár er vøksturin komin uppaftur og er nú 1,6%.

Upp um 51-túsund á ólavsøku
At fólkatalið tann 1. mai er komið upp á 50.844 kann gera, at vit væntandi koma upp um 51-túsund fólk í summar. Um gongdin teir næstu fáu mánaðirnar verður nøkulunda sum í fjør, kann fólkatalið veksa við eini 170 fólkum í mai-juni, so at vit kunnu fara upp um 51-túsund longu fyrst í juli.

 

Lutfalsliga er størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommunum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Lutfalsliga liggja bæði Tórshavnar og Runavíkar kommunur ájavnt við landsmiðal á 1,6%, meðan Klaksvíkar kommuna er nakað niðanfyri við 1,4%. Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið stendur í stað ella minkar eitt vet.

Í nøkrum miðalstórum og smærri kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Nes kommuna (4,7%), Sjóvar kommuna (4,4%), Eiðis (4,1%), Hvannasunds (2,7%), Sunda (2,1%), Skopun (2,0%) og Sørvágs og Vestmanna kommunur (1,8% hvør).

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar (10,8%), Porkeris (7,1) og Sumbiar (4,6%) kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin lutfalsliga í Fugloyar, Húsavíkar, Fámjins, Skálavíkar og Hvalbiar kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum, óbroytt í 3 og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.


Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Svínoy og Fugloy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó heldur minni vøkstur í Suðuroy og ein lítil minking í Sandoy.

Á flestu útoyggjum er fólkatalið so at siga óbroytt, so sum Kalsoy, Hestoy, Skúvoy, Mykinesi og Stóra Dímun, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy og Svínoy. Á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.