Brúkaraprísirnir farnir 0,6 prosent upp seinasta árið

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,6 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni vøkstur enn fyrsta ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,9 prosent.

Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan frítíð og mentan, innbúgv, húsbúnaður o.l. og samskifti. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, 2,6 prosent, og eru tað gjøld fyri fíggjartænastur, sum eiga meginpartin av hesum vøkstri. Hotell og matveitarar er farið 1,8 prosent upp, býlisprísirnir 1,6 prosent, flutningur 1,1 prosent og rúsdrekka og tubbak 1,0 prosent.

Matvøruprísirnir samanlagt eru farnir 0,5 prosent upp seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at kjøt og fiskur er vorðið dýrari, og grønmeti er vorðið bíligari.

Príslækkingin í nýtslubólkinum frítíð og mentan var 1,5 prosent, innbúgv, húsbúnaður o.l. 1,1 prosent, og í bólkinum samskifti 0,2 prosent.

Lítil broyting seinasta ársfjórðingin
Tað hava ikki verið stórar prísbroytingar seinasta ársfjórðingin, og samanlagt hækkaði brúkaraprístalið 0,2 prosent frá fyrsta ársfjórðingi til annan ársfjórðing.
Mesti prísvøkstur var í bólkinum flutningur. Og mesta príslækking í bólkinum frítíð og mentan.
Matvøruprísirnir vóru óbroyttir seinasta ársfjórðingin.
Brúkaraprístalið annan ársfjórðing var 118,8 samanborið við 118,6 fyrsta ársfjórðing. Fyri einum árið síðan, annan ársfjórðing í fjør, var brúkaraprístalið 118,1.

Dagførd og útgreinað hagtøl um brúkaraprístalið er at finna í hagtalsgrunninum her.