Inntøkubýtið og fátækraváði í 2016

Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2016. Mátini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavn býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum.  

Nýggj talva og fleiri tøl

Samanborið við undanfarin ár eru fleiri inntøkulutføll løgd afturat. Hesi eru 90/10, 1/100 og index (Hoover-talið).

At verða í fátækraváða verður á enskum nevnt “At Risk of Poverty”. Í ES og teimum londum vit plaga samanbera okkum við er undirskilt, at fátækraváðamarkið er 60% av mið-inntøkuni í landinum. Í øðrum londum, í OECD høpi og ymsum altjóða útgávum verður tó 50% av mið-inntøkuni brúkt sum mát. Millum annað av hesum orsøkum, hevur Hagstovan eins og aðrar hagstovur í norðurlondum valt at rokna og almannkunngerða bæði 60% og 50% av mið-inntøkuni. Hetta gevur eisini eina mynd av, hvussu stóra ávirkan tað hevur, alt eftir hvar ið gáttin verður sett.

Ein nýggja talva er eisini løgd afturat. Hon vísur tal av húskjum skift á húskisslag og økir.

Høvuðsniðurstøður og stuttar greinar kunnu lesast á temasíðuni Talt og Hagreitt / inntøkubýti og fátækraváði. Á temasíðuni eru eisini nærri frágreiðingar um hugtøk, sum verða nýtt at lýsa inntøkuviðurskiftini, sí her

Útgreinað hagtøl eru í hagtalsgrunninum

Greinar