Arbeiðsloysið minkað niður í 1,8%

Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,8%, samanborið við 2,0% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 495 persónar í juni í ár, tað eru  165 færri enn sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu, Norðstreymi, Norðoyggjum og Sandoyar sýslu við umleið einum  prosenti og tað mesta í Suðuroy við hálvumfimta.

 

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juni 2017 til juni 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

 

Arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað nakað meir enn hjá hjá monnum
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,0%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,8 niður í 1,5%. Kvinnuarbeiðsloysið er tó framvegis ein fjórðing størri enn hjá monnum.


Minst arbeiðsloysi í Vágum, Norðstreymi, Norðoyggjum og Sandoy – nógv mest í Suðuroy
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Vága sýslu við 0,8%, Norðstreymi við 0,9% og Norðoya og Sandoyar sýslum við 1,1%.
- So er eitt lítið glopp upp til Eysturoyar sýslu við 1,5% og Suðurstreym við 1,7%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,6%.

Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðstreymi og kvinnum í Vága sýslu við 0,6%, hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,2%.

 

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum 
Í flestu sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er hækkað úr 1,3 upp í 1,5%. Størsta minkingin er í Vágum úr 2,0 niður 0,8%. 



Verður hugt nøkur  ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars, og munurin heldur økist enn minkar.


 

Javnt lágt arbeiðsloysi í flestu aldursbólkum
Minsta arbeiðsloysið við 1,3% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Annars er ikki so stórur munur millum arbeiðsbólkarnar.

 

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her