Lítil minking í skrásettum ferðavinnugistingum fyrra hálvár

Tað vóru 76.303 gistinætur í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.494 ella 2% færri enn sama tíðarskeið í fjør.
31% av hesum gistingum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 24% úr Føroyum, 20% úr øðrum norðurlondum, 13% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 12% uttan fyri Europa.
Størsta minkingin í tali var hjá ferðafólki, búsitandi í Føroyum við stívliga 2.000 og í Danmark við knappliga 1.800. Størsti vøksturin – bæði í tali og í prosent - var hjá ferðafólki  úr Íslandi við stívliga 1.900 ella 40% og úr Svøríki við stívliga 1.400 ella 31%.

Tað er eisini vert at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Aftast í greinini verður lýst, hvat ein gistinátt og ein innskriving fevna um.

Myndirnar omanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum, t.v.s. talið av gistinætum og í innskrivingum, t.v.s. tal av persónum, ið verða innskrivað til at gista. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

Nýtt, at nú er minking annan ársfjórðing

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið oman fyri talið sama mánað árið frammanundan – uttan í ár, tí nú liggja tølini fyri allan annan ársfjórðing – apríl, mai og serliga juni – niðan fyri annan ársfjórðing í fjør.

Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Fyrra hálvárið vóru tær flestu gistingarnar, 31%, hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark, og síðani 24% hjá føroyingum sjálvum – t.v.s. fólki, búsitandi í Føroyum.

Onnur norðurlond standa fyri 20% av gistingunum, og onnur europeisk londs fyri 13% av gistingunum. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 12% tilsamans.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast við tilsamans stívliga 55%, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, har tey trý norðurlondini Noreg, Íslandi og Svøríki eru ovast.
Av einstøkum londum koma so Týskland og Bretland og londini í Norðuramerika, og síðani víðanifrá úr øðrum europeiskum londum og øðrum heimspørtum.

Lítil vøkstur í Suðurstreymi – stór minking í Føroyum annars
Tað vóru eisini umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 639 fleiri  í Suðurstreymi og 2.133 færri uttan fyri Suðurstreym.
Tá talan er um talið av gestum, t.v.s. innskrivingum, er munurin enn størri: 674 fleiri í Suðurstreymi og 2.781 færri í Føroyum annars.

Hvat er ein gistinátt og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.