Verkstova: Hagtalsgrunnurin fyri lærarar í fólkaskúlunum

Nær:   tit kunnu velja millum ein at hesum døgum
            týsmorgun 21. august, kl. 09:00 til 12:00
            mikumorgun 22. august, kl. 09:00 til 12:00

Hvar:   Hagstova Føroya, Kvíggjartún 1, Argir
Pláss: 12 luttakarar
Kostnaður: Ókeypis

Lær at brúka hagtøl um føroyska samfelagið í undirvísingini. Vit bjóða tær og tínum starvsfeløgunum vælkomnum á verkstovu at brúka hagtalsgrunnin sum læruamboð í fólkaskúlanum.

Við ítøkiligum dømum hyggja vit at, hvussu røttu tølini verða funnin. Skráin er hendan:
1. Endamálið við hagtalsgrunninum
2. Hagtalsøki í Hagtalsgrunninum
3. Finn røttu tølini til uppgávuna
4. Vísing av hagtølum
5. Goym hagtølini og leita fram aftur
6. Legobygdin Hagvík

Melda til verkstovuna við at skriva teldupost til hagstova@hagstova.fo við hesum upplýsingum: Navn, telefon og teldupost hjá luttakara

Seinasta freist at melda til er til og við 20. august, klokkan 11:00

Nýbryggjað kaffi verður at fáa. Vit gleða okkum at síggja tykkum

---

Í hagtalsgrunninum er vitan savnað um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagstovan arbeiðir støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka. Verkstovurnar eru ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið.

Um áhugi er fyri tí, kann Hagstovan skipa fyri slíkum verkstovum fyri øðrum áhugabólkum. Send fyrispurning umvegis teldupost til hagstova@hagstova.fo