Innflutningurin vaks 5% og útflutningurin minkaði 11%

Innflutningurin fyrstu 7 mánaðirnar í ár vaks 5%. Um vit ikki telja skip við, so er talan um ein vøkstur á 13%. Størsti vøksturin er í brennievni við 228 mió. kr. ella 41%, maskinum og amboðum við 187 mió. kr. ella 38% og tilfari til byggivinnu við 133 mió. kr. ella 35%.

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður í mun til somu mánaðir í fjør. I virði er útflutningurin minkaður umleið 550 mió. Tað eru 11%.

Lutfalsliga størsta minkingin er i uppsjóvarfiski, makreli, sild og svartkjafti við 40%, svarandi til 312 mió. kr. Samstundis minkaði útflutningurin av laksavørum  við 18%, svarandi til 429 mió. kr.

Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 4%.

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutning og innflutning eru at finna í hagtalsgrunninum her.