Stórur fólkavøkstur í juli, men nakað fer burturavaftur í august

Fólkatalið var 51.258 tann 1. august. Tað vaks við 849 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. august 2017 – 1. august 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 246 og nettotilflyting á 603. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 31 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 165 størri.

Serliga stórur vøkstur var í juli við yvir 200 fólkum. men einir tríggir fjórðingar fara burturavaftur í fráflytimánaðinum august.

Eysturoy og Tórshavnarøkið veksa skjótast – minking í sunnanfyri
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við fimm prosentum.

Umleið líka stórur vøkstur lutfalsliga var í Tórshavnarøkinum við 2,1%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 402 fólkum.

Síðani eru Vága sýsla við 1,9% og Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin og Norðoya sýsla hvør við 1,6%, ið er beint niðan fyri miðaltalið fyri alt landið.  

So er eitt langt lop niður til Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við 10 fólkum ella 0,8% og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 24 fólkum ella 0,5%.

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.153, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 424 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 603 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið er minkað 
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 31, úr 277 niður í 246 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið vaks við 8, vaks talið av deyðum við 39.

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 173 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 11 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 54, var samanlagda úrslitið 107 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga hetta fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er um 1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

Stórur vøkstur í Tórshavnar kommunu - men lutfalsliga enn størri í Nes og Sjóvar kommunum 
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 449 og Klaksvíkar við 75. Runavíkar kommuna veksur við 57, men tann nógv minni grannakommunan, Nes kommuna veksur meir, við 63 fólkum, og í sama øki veksur Sjóvar kommuna við 49 fólkum.

Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsligi størstur í Tórshavnar kommunu við 2,1%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,5% og Runavíkar kommuna við 1,4%.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Nes kommuna við 5,0%, Sjóvar kommuna við 4,8%, Sunda kommuna við 2,2% og Sørvágs kommuna við 2,1%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við 13%, Hovs við 6,2% og Eiðis við 3,0%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 25 og 17 fólkum. Aðrar kommunur við minkandi fólkatali vóru Húsavíkar, Skopunar, Fámjins, Skálavíkar, Viðareiðis, Fugloyar og Kvívíkar kommunum. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsavíkar kommunu.

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum og minking í 9. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Av oyggjunum er minking í Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Hesti, Sandoy og Suðuroy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil minking bæði í Sandoy og Suðuroy.

Í Nólsoy er gongdin vend, og er aftur ein hampiligur vøkstur. Av øðrum útoyggjum halda Skúvoy, Mykines og Stóra Dímun tørn, men tað minkar framvegis í Fugloy og Svínoy. Í Hesti er minkingin stór, har tað er næstan fimtihvør færri nú enn fyri einum ári síðani.  

Tó má sigast, at á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta kunnu skifta ymiskan veg.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.