Umsetningurin í handilsvinnuni vaks mest í búnýti og innbúgvi

Umsetningurin í smásøluni verður gjørdur upp hvønn ársfjórðing í trimum høvuðsbólkum, sum eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør vaks umsetningurin í høvuðsbólkinum búnýti og innbúgv knappliga tólv prosentstig annan ársfjórðing 2018.

Í høvuðsbólkinum klædnavørur og fótbúnaður var vøksturin munandi minni, við knappliga trimum prosentstigum. Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks við gott trimum prosentstigum.

Í talvuni niðanfyri síggjast broytingarnar frá 2. ársfjórðingi 2017 til 2. ársfjórðing 2018, bæði í ársins prísum og í føstum prísum.

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin í hesum trimum høvuðsbólkunum sum indeks frá fyrsta ársfjórðingi 2005, ið er sett til 100, og fram til annan ársfjórðing 2018.


 


 

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um umsetningin í smásøluni eru at finna her.