Arbeiðsloysið minkað niður í 1,6%

Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,6%, samanborið við 1,7% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 433 persónar, tað eru 238 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Vága og Norðoya sýslum við 0,7% og tað mesta í Suðuroy við 3,9%.

Síður