Fosturtøkurnar minkaðar niður í ein fjórðing eftir tríati árum

Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani. Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður um 60, seinni helvt av 90-unum niður um 50, um aldarskiftið og í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.

Nú er eisini talið av kvinnum í burðarførum aldri broytt nógv hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.

Minkingin er í øllum aldursbólkum
Umframt fallið í fosturtøkutíttleikanum er eisini hend ein broyting í aldursbýtinum av teimum kvinnum, sum fáa framt fosturtøku. Fram til 1990-ini var títtleikin rættiliga javnur í aldursbólkum heilt frá 20-ára aldrinum fram móti 40 ára aldrinum, tó størstur millum 25 og 29 ár.

Hetta broyttist nógv frá nullunum, sum vit síggja í myndini niðanfyri, har tað var eitt serliga stórt fall í aldursbólkinum 25-29 ár. Trý tey síðstu árini er mynstrið aftur nakað sum tað var í 1990-unum, men nógv lægri í øllum aldursbólkum.

Av Norðurlondum er fosturtøkutíttleikin nógv lægstur í Føroyum
Um vit rokna talið av fosturtøkum í mun til talið av livandi føddum fyri at kunna samanbera við onnur lond, síggja vit, at í Norðurlondum er títtleikin nógv lægstur í Føroyum: 29 fosturtøkur pr. 1000 livandi fødd í Føroyum at samanbera við t.d. 264 í Danmark pr. 1000 livandi fødd. Samanborið við øll Norðurlond sum heild er fosturtøkutíttleikin har eini sjey til tíggju ferðir so stórur sum í Føroyum, Grønland undantikið.

Fosturtøkutíttleikin lægstur og føðitíttleikin hægstur í Føroyum
Tað kann vera vert at leggja til merkis, at vit hava ikki einans nógv tann lægsta títtleikan av fosturtøkum í Føroyum av øllum Norðurlondum, men harumframt eisini tann størsta títtleikan av livandi føddum, so sum myndin niðanfyri vísir: til samanberingar fær ein kvinna í burðarførum aldri í Føroyum í miðal 2,5 børn, meðan ein kvinna í Danmark fær 1,75 børn og í Noregi 1,6 børn, roknað eftir føðitíttleikanum sum hann var í árinum hjá øllum kvinnualdursbólkum frá 15 til 49 ár.

Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit eisini samanbera fosturtøkur í 40 europeiskum londum og USA, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 1.000 livandi fødd. Eisini her er lægsti títtleikin at finna í Føroyum, meðan hann er 7 ferðir hægri í ES sum heild, 8 ferðir hægri í Íslandi og USA og 9 ferðir hægri í Danmark.

Dagførdu hagtølini eru at finna í hagtalsgrunninum her.