Vilt tú menna tøl og vitan um vinnuna?

 Hvat er virðið á framleiðsluni í føroysku vinnuni? Hvat brúkar vinnan av tilfari í framleiðsluni? Økist framleiðslan í ymsu vinnugreinunum?

Vit leita eftir talkønum fólki, sum dugir at framleiða og greina hagtøl um privatu vinnuna og vinnulig viðurskifti.

Starvið
Tú fært ábyrgd av øllum tættunum í vinnubúskaparligu hagtalsframleiðsluni, sum fevnir um innheintan, viðgerð og miðlan av hagtølunum. Vinnuroknskapirnir eru bulurin undir hagtalsframleiðsluni, og tí er tað ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í roknskap og hevur royndir at sundurgreina roknskapir. Allir roknskapirnir verða í framtíðini latnir Hagstovuni í talgildum líki. Hetta gevur eitt breiðari og betri talgrundarlag, og tað gevur nýggjar møguleikar. Tú verður sostatt við til at mynda, hvussu hagtalsøkið skal mennast.

Vinnuhagtølini eru partur av grundarlagnum undir tjóðarroknskapinum. Talan er sostatt um framleiðslu og miðlan av týðandi vitan um føroyska samfelagið. Tú verður eisini partur av toyminum, sum framleiðir hagtøl til tjóðarroknskapin á Hagstovuni. Vit vænta tí, at tú dugir væl at samstarva og ert von/vanur at arbeiða í toymum.

Tínir førleikar
Tú hevur miðallanga ella langa samfelagsfrøðiliga, búskaparliga ella vinnubúskaparliga útbúgving, og hevur stóran áhuga fyri vinnuligum viðurskiftum.

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til dátugrunnar, men vit seta ikki krav um, at tú ert fulltikin serfrøðingur í ávísum KT-amboðum, men tú skalt vera sinnað/ur at brúka orku upp á at læra teg at brúka tey.

Setanarviðurskifti og umsókn
Talan er um fulltíðarstarv, og lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. november. Umsóknin skal sendast til hagstova@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg í samband við Kára Holm Johannesen, leiðara á Hagdeildini, telefon 352809.

Stutt um Hagstovuna
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning er ein fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkum. Vit vilja stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni eru í løtuni 17 fólk í starvi.