Gistingarhúsini 5.500 fleiri gistingar fyrstu 3 ársfjórðingarnar

Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 5.528 ella 4,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Helvtin vóru hjá ferðafólki úr Norðurlondum, har av nógv flest úr Danmark. Samstundis vísa tølini, at gistingarhúsini høvdu fleiri gestir við starvsferðarendamáli og færri við frítíðarendamáli.