Fólkatalið vaks við 915 síðsta árið

Fólkatalið var 51.237 tann 1. novembur. Tað vaks við 915 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. novembur 2017 – 1. novembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 270 og nettotilflyting á 645. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 34 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 238 størri.

Størsti vøkstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,5 og 2,4%.

Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 473 fólk svarar til 52% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 266 fólk, svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Hinvegin búgva stívliga 6.000 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 74 fólk svarar til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.

Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við 0,5%.

Gongdin er í tvíningum
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.188, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 381 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 645 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið nakað størri
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað størri nú. Hetta kemur av, at føðitalið var 9 fleiri og deyðatalið 25 færri. Burðaravlopið varð sostatt 34 størri. 

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 197 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 13 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 63, var samanlagda úrslitið 121 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú móti vetri er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,8%.

Tølini kunnu sveiggja nógv, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar- og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 539, Runavíkar við 91 og Klaksvíkar við 71. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 58, Sunda við 47, Sjóvar við 38, Eystur við 34, Sørvágs við 28 og Vága kommuna við 21 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir og Nes (í Nes kommunu) við tils. 55 fólkum ella 4,8%, Strendur (í Sjóvar kommunu) við 40 fólkum ella 4,7% og Skála (í Runavíkar kommunu) við 28 fólkum ella 4,1%, umframt í Leirvík (við 21 fólkum, 2,3%) og Syðrugøtu (við 18 fólkum, 4,1%).

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis, Sumbiar, Porkeris, Viðareiðis, Hovs og Kunoyar kommunum við umleið 2-3%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 19, 12 og 9 fólkum.

Samanumtikið er vøkstur í 18 kommunum og stillstøða ella minking í 11.
Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

.

Oyggjarnar: minking sunnanfjørðs og í flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy (+4) og Skúvoy (+1), óbroytt í Stóru Dímun og Koltri, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5), Mykines, Fugloy og Svínoy (-2 hvør). 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.