Gistingarhúsini 5.500 fleiri gistingar fyrstu 3 ársfjórðingarnar

Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 5.528 ella 4,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Samstundis var talið av innskrivingum av persónum í gistingarhúsini 52.232, ið er umleið tað sama sum í fjør. Sostatt var miðallongdin av gistingartíðini nakað longri enn í fjør.

 

Ein triðingur av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, ein fimtingur úr øðrum Norðurlondum, ein annar fimtingur úr øðrum londum í Europa, aftur ein knappligur fimtingur úr Føroyum og tey síðstu 8% úr londum uttan fyri Europa.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við meir enn 50%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 15% færri.

Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini . Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Javnur lítil vøkstur fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar
Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum (t.v.s. tali av gistinætum) og í innskrivingum (t.v.s. tali av persónum, ið verða innskrivað til at gista). Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

 

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark
Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar vóru tær flestu gistingarnar, 32%, hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani ein góður fimtingur hjá fólki úr øðrum Norðurlondum og aftur ein fimtingur hjá fólki úr øðrum londum í Europa. Ein lítil fimtingur var hjá føroyingum sjálvum – t.v.s. fólki, búsitandi í Føroyum.

So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 8%.


Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.

Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið úr Íslandi og Svøríki, ið eisini er ein stórur lutfalsligur vøkstur við ávikavist 46 og 32%. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia, sum lutfalsliga er næstan 100%.


Vøksturin er í Suðurstreymi
Tað eru eisini broytingar í tølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars. Í Suðurstreymi økjast gistingarnar við umleið 5.500, men tær eru óbroyttar í Føroyum annars. So at nú eru stívliga 70% av gistingunum í Suðurstreymi.Verður hugt eftir innskrivingum, eru gott 2.500 fleiri  í Suðurstreymi men slakar 2.700 færri í Føroyum annars.

 

Fleiri persónar gistu við starvsferðarendamáli, færri við frítíðarendamáli
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey, frítíðar- ella starvsferð.

Her er ein merkisverd broyting hend frá 2017 til 2018, serliga í øðrum og triðja ársfjórðingi. Samanlagt fyri hesar tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar hendi ein umskaring millum talið av innskrivingum hjá fólki í frítíðarferð og fólki í starvsferð, soleiðis, at talið av starvsferðarinnskrivingum vaks við umleið 7.500, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 5.500.

 

Hvat er ein gistinátt og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.