Gistingarhúsini 5.500 fleiri gistingar fyrstu 3 ársfjórðingarnar

Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 5.528 ella 4,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Helvtin vóru hjá ferðafólki úr Norðurlondum, har av nógv flest úr Danmark. Samstundis vísa tølini, at gistingarhúsini høvdu fleiri gestir við starvsferðarendamáli og færri við frítíðarendamáli.

Arbeiðsloysið er 1,5%

Í septembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,5%, samanborið við 1,6% mánaðin frammanundan og 2,5% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 414 persónar, tað eru 298 færri enn sama mánað í fjør.

Síður