Arbeiðsloysið minkað niður í 1,8%

Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,8%, samanborið við 2,0 mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 495 persónar, tað eru 165 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu, Norðstreymi, Norðoyggjum og Sandoyar sýslu við umleið einum prosenti og tað mesta í Suðuroy við hálvumfimta.

Síður