Tórshavnarøkið og Eysturoy eiga 60% av fólkatalinum og 80% av fólkavøkstrinum

Fólkatalið var 51.440 tann 1. februar. Tað vaks við 844 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. februar 2018 – 1. februar 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 291 og nettotilflyting á 553. Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnarøkinum við 445 fólkum og í Eysturoy við 237 fólkum.

Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu eru arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir

Uppgerðin av arbeiðsloysinum er nú víðkað, so hon eisini vísir, hvussu leingi fólk hava verið í arbeiðsloysi. Høvuðsniðurstøðan er, at ein stór helvt ella 54% av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys í styttri enn 3 mánaðir, og at sætti hvør ella 16% hava verið arbeiðsleys í meir enn 12 mánaðir.

Síður