Arbeiðsloysið minkar alsamt og er nú 1,3%

Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,3%, samanborið við 2,2% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 368 persónar í, tað eru 247 færri enn sama mánað í fjør. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,2% samanborið við 4,7% sama mánað í fjør.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá novembur 2017 til novembur 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.


Arbeiðsloysið minkað nógv í øllum sýslum – mest í Suðuroy 
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 4,7% niður 2,2%.  T.v.s. við meira enn eini helvt. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.

Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og Vágum,, har tað er millum 0,6 – 0,9%.
So er eitt lítið glopp upp til Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,3 - 1,4%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,2%.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy við 0,5%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 2,8%.

Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.

Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu
Minsta arbeiðsloysið er í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár við 0,8% og teimum í miðjum aldri 45-54 ár við 0,9%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,6%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum 25-34, har tað eisini er dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.