Fólkatalið var 51.312 tann 1. desembur

Fólkatalið var 51.312 tann 1. desembur. Tað vaks við 898 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. desembur 2017 – 1. desembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 285 og nettotilflyting á 613. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 62 størri, og nettotilflytingin er 157 størri. Og fólkavøksturin tí 219 størri.

450 aftrat í høvuðsstaðnum og 250 aftrat í Eysturoy
Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,3 og 2,2%.

Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 451 fólk svarar til 50% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 250 fólk, svarar til 28% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Hinvegin búgva stívliga 6.150 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 88 fólk svarar til 10% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.

Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við einum hálvum prosenti.

Vøkstur norðanfjørðs og afturgongd sunnanfjørðs
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey áleið 1.200, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis, og er nú komin upp um 1.800 fólk árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 600 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 451 í 2001/11 vend til eina positiva nettoflyting upp á 613 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið munandi størri
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað størri nú. Hetta kemur av, at føðitalið var 9 fleiri og deyðatalið 25 færri. Burðaravlopið varð sostatt 34 størri. 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 233 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 10 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 59, var samanlagda úrslitið 164 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Ferðin í fólkavøkstrinum heldur økist enn minkar
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,8%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar, Eysturoyar og Vága kommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 513, Runavíkar við 90 og Klaksvíkar við 81. Síðani miðalstóru kommunurnar, Sunda við 54, Nes við 50, Sjóvar við 35, Sørvágs við 29, Eystur við 28 og Vága kommuna við 26 fólkum.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis og Sumbiar kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 24 fólkum, og Húsavíkar, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við 6 fólkum.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Oyggjarnar: minking í flestu útoyggjum og sunnanfjørðs
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Av útoyggjum er ein stórur vøkstur í Nólsoy (+11) og Skúvoy við einum fólki, óbroytt í Fugloy, Stóru Dímun og Koltri, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5), Mykines og Svínoy (-2 hvør). 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.