7.250 fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum í fjør

Tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5% fleiri enn í 2017.

31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr Føroyum, 20% úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% úr øðrum londum í Evropa, og tey síðstu 8% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Evropa.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við 52%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 18% færri.

Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘Airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Javnur lítil vøkstur alt árið
Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum (t.e. tali av gistinætum) og í innskrivingum (t.e. talið av persónum, ið verða innskrivaðir til at gista). Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark
Flestu gistingarnar í 2018, 31%, vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani vóru 21% hjá føroyingum sjálvum, 20% hjá fólki úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% hjá fólki úr øðrum londum í Evropa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 8%.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.

Størsti vøksturin í tali er hjá fólki, búsitandi í Føroyum, og lutfalsiga sera stórur vøkstur úr Íslandi, Svøríki og Norðuramerika. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia, sum er ein tvífalding í mun til 2017.

Vøkstur í starvsferðargestum – minking í frítíðargestum
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey: frítíðar- ella starvsferð.

Her er ein merkisverd broyting hend frá 2017 til 2018 við eini umskaring millum talið av innskrivingum hjá fólki í frítíðarferð og fólki í starvsferð, soleiðis, at talið av starvsferðarinnskrivingum vaks við umleið 9.000 ella 52%, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 8.300 ella 18%.

Hvat er ein gistinátt og ein innskriving

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuni at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur upp á seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.