842 milliónir í lønum í februar

Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri februar eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.

Í februar vóru 842 milliónir útgoldnar í lønum. 


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki. 


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í tølunum fyri lønargjaldingarnar. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.

Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í lønartølunum í ávísum mánaða.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk