Avreiðingarnar í januar 2019

Ársins fyrsta uppgerð av avreiðingunum fyri januar 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. Niðanfyri í talvuni er samanburður gjørdur við avreiðingarnar í januar í ár ímun til í fjør.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.