2 størv: Búskaparfrøðingur og mennari til Hagstovuna

Vilt tú styrkja vitanina um samfelagsbúskapin? Hagstova Føroya leitar eftir
 
· Búskaparfrøðingi at menna og reka gjaldsjavnaøkið, ið er partur av tjóðarroknskapinum
· Mennara at menna búskaparliga partin í okkara dátuhúsi
 
Búskaparfrøðingur til gjaldsjavnaøkið
Vit leita eftir talkønum og ágrýtnum fólki at framleiða hagtøl innan gjaldsjavnaøkið.
 
Gjaldsjavnin er eitt fjølbroytt og avbjóðandi hagtalsøki, sum lýsir handilin og búskaparliga viðskiftið, sum Føroyar hava við umheimin. Hetta fevnir millum annað um keyp og sølu av vørum og tænastum, inntøkur og rakstrarflytingar, umframt ogn og skuld Føroya mótvegis útlondum.
 
Hagtøl fyri gjaldsjavnan síggjast á okkara nýggju heimasíðu, sum er ávegis, her.
 
Tú fært ábyrgd av tættunum í hagtalsframleiðslum á gjaldsjavnaøkinum, ið fevna um innsavnan, viðgerð, greining og miðlan av hagtølunum. Tú fært tí ábyrgd av at menna og víðka talgrundarlagið á gjaldsjavnaøkinum og reka verandi hagtalsskipanir. Gjaldsjavnin er partur av tjóðarroknskapinum, og verður tí mentur saman við tjóðarroknskapartoyminum á stovninum. Vit vænta tí, at tú dugir væl at samstarva og ert von/vanur at arbeiða í toymum.
 
Grundarlagið undir hagtølunum fyri gjaldsjavnan stavar úr ymiskum keldum, eitt nú skráum við upplýsingum um lønargjaldingar til/úr Føroyum, almennum búskaparskipanum, skattaskráum og spurnabløðum. Ein týðandi partur av arbeiðinum er at menna spurnabløð og samskifta við fyritøkur, sum hava viðskifti við umheimin. Starvið krevur tí nærlagni og góðar samskiftisførleikar.
 
Vit vænta, at tú hevur miðallanga ella langa búskaparfrøðiliga útbúgving og hevur stóran áhuga fyri samfelagsbúskaparligum viðurskiftum. Góðir KT-førleikar og innlit í dátugrunnar er ein fyrimunur. Kunnleiki til banka- og fíggjarviðurskifti kann somuleiðis vera ein fyrimunur.
 
Vit seta ikki krav um, at tú ert fulltikin serfrøðingur í ávísum KT-amboðum, men tú skalt vera sinnað/ur at brúka orku upp á at læra teg at brúka tey.
 
 
Mennari til búskaparøkið
Hevur tú hug at vera við at flyta búskaparhagtalsøkið á Hagstovuni fram á næsta stig á talgildu leiðini og samstundis fáa eitt fjøllbroytt innlit í føroyska búskaparheimin?
 
Vit seta í løtuni fokus á KT-grundvøllin og ynskja at menna hann enn meira. Arbeitt verður við dátuinnsavnan og dátuviðgerð. Búskaparhagtalsøkið hevur høga raðfesting á stovninum, og tí søkja vit eftir nýggjum mennara at arbeiða serliga við búskaparhagtølum. Búskaparøkið fevnir í høvuðsheitum um tjóðarroknskap, vinnubúskap, uttanlandshandil og gjaldsjavna. Hagtalsframleiðslurnar fylgja altjóða mannagongdum og standardum.
 
Tú verður við til at menna innsavnanina av dáta og dátuviðgerð innan búskaparøkið. Hetta verður grundarlagið undir greiningararbeiði og hagtalsframleiðslum á stovninum. Endamálið er at økja um títtleikan og betra um reglusemið í verandi búskaparhagtølum og víðka grundarlagið undir at gera nýggj hagtøl. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við búskapartoymið og KT-toymið á stovninum.
 
Tú heldur tað vera eina spennandi avbjóðing at menna ein KT-grundvøll, sum kann lyfta búskaparliga hagtalsøkið í Føroyum. Somuleiðis dámar tær at seta teg inn í avbjóðandi faklig øki, bæði innan búskap og KT.
 
Tú hevur samansetta útbúgving innan búskaparfrøði og KT, búskaparliga útbúgving við royndum at byggja KT-loysnir ella eina tøkniliga KT-útbúgving við kunnleika til búskaparfrøði. Hetta kann t.d. vera cand.polit, cand.merc.it, KT-verkfrøðingur, verkfrøðingur, datalogur, støddfrøðingur, ella líknandi. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.
 
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning av dátugrunnum og dugir væl at forrita í SQL. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú dugir at forrita í R ella líknandi forritanarmálum. Harumframt er tað ynskiligt, at tú hevur royndir við Power BI ella Tableau.
 
Samanumtikið ímynda vit okkum ein persón við einari fakligari barlast har fakøkini búskapur og KT spæla væl saman.
 
 
Vit bjóða
Bæði størvini geva góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning á stovninum. Somuleiðis kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum tøkniligum avbjóðingum. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovur í londum kring okkum.
 
Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.
 
Umsókn skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mars 2019 á middegi. Viðmerkjast skal í umsóknini um umsøkjarin søkir bæði størvini ella bara annað. Umsóknin skal sendast til hagstova@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.
 
Vilt tú hava meira at vita um størvini og møguleikarnar, set teg so í samband við
 
Kára Holm Johannesen, leiðari á hagdeildini, telefon 352809 ella
 
Torbjørn Lisberg, KT-leiðari, telefon 352803