Arbeiðsloysið minkað niður í 1,1% og er metlágt

Í januar 2019 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,1%, samanborið við 2,2% fyri einum ári frammanundan. Hjá mannfólki var arbeiðsloysið 0,9% og hjá konufólki 1,3%. Í tali var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør.

Hetta er tað minsta, sum nakrantíð er gjørt upp. Frammanundan var tað minsta í juni 2008 við 333 persónum, svarandi til 1,2%.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá januar 2018 til januar 2019, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

 

Munurin millum kynini er minkaður nógv
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur. Síðani januar 2018 er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 1,3%, meðan tað hjá monnum er minkað úr 1,8 niður í 0,9%.

 

Arbeiðsloysið minkað nógv í øllum sýslum 
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Eysturoy niður í ein triðing og í Norðoyggjum og Suðuroy niður í minni enn eina helvt. Munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.

Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum og Eysturoy við 0,7%, síðani í Norðstreymi við 1,0%, Vágum við 1,1%, Sandoyar øki við 1,3%, Suðurstreymoyar øki við 1,4% og Suðuroy við 2,0%.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy við 0,5%. Tað hægsta er hjá kvinnum í Suðuroy við 2,6%.

Verður hugt nøkur  ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað sera nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað hava verið ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.

 

Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið er hjá tí yngsta aldursbólkinum og hjá teimum í miðjum aldri 45-54 ár við 0,8%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,6%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum, har tað er dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum.

 

 

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.