Tórshavnarøkið og Eysturoy eiga 60% av fólkatalinum og 80% av fólkavøkstrinum

Fólkatalið var 51.440 tann 1. februar. Tað vaks við 844 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. februar 2018 – 1. februar 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 291 og nettotilflyting á 553. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 93 størri, og nettotilflytingin er 21 størri. Og fólkavøksturin tí 114 størri.

Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnarøkinum við 445 fólkum og í Eysturoy við 237 fólkum. Í Sandoy, Suðuroy og fleiri útoyggjum minkar fólkatalið.

445 aftrat í høvuðsstaðnum og 237 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3%, Eysturoyar sýslu við 2,1 og Vága sýslu við 2,0%.

Í Tórshavnarøkinum búgva 19.793 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 445 fólk svarar til 53% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.555 fólk, ið er stívliga 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 237 fólk, svarar til 28% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Hinvegin búgva 6.150 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 65 fólk svarar til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin búgva 4.785 fólk, svarandi til 9% av fólkatalinum, og vøksturin her var 62 fólk, svarandi til 7% av vøkstrinum fyri alt landið.

Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við ávikast 0,6 og 0,4% prosent.

Vøkstur norðanfjørðs og afturgongd sunnanfjørðs

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar sýslu og Suðuroyar sýslum.

Nettotilflytingin er methøg

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey áleið 1.225, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis, og er nú komin upp móti 1.800 fólkum árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 500 vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 550 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.

Burðaravlopið munandi størri

Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nógv størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 291 nú móti 198 umdanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 26 fleiri og deyðatalið 67 færri. Burðaravlopið varð sostatt 93 størri. 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 187 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 9 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 34, so samanlagda úrslitið varð 184 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018 og aftur nú í januar 2019, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Ferðin í fólkavøkstrinum heldur fram

Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,6 - 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í Tórshavnar, Eysturoyar og Vága kommunum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 480, Runavíkar við 72 og Klaksvíkar við 64. Lutfalsliga er vøksturin 2,3% í Tórshavnar, 1,8% í Runavíkar og 1,2% í Klaksvíkar kommunu.

Síðani miðalstóru kommunurnar, Vága við 43, Eystur við 40, Sjóvar við 37, Nes við 35, Sunda við 34 og Fuglafjarðar við 32.

Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Sjóvar kommunu við 3,6%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis, Porkeris, Sands og Kunoyar kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 25 fólkum, 8 í Hvalbiar og Skopunar og 7 í Kvívíkar.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Stillstøða ella afturgongd í útoyggjum

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Nólsoy við 7 fólkum. Í Svínoy veksur við 1. Í Koltri og Stóra Dímun er óbroytt, meðan tað minkar í Kalsoy (-8), Hestoy (-6), Skúvoy (-2) og Mykinesi (-2).  

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.